Innanlands

Suni Simonsen eisini formaður í Føroya Handverkarafelag næstu fýra árini

Einki mótvalevni stillar upp til formansvalið

Suni Simonsen er burturav formaður í felagnum. Hetta hevur hann verið síðani 2011

Suni Simonsen er burturav formaður í felagnum. Hetta hevur hann verið síðani 2011

2025-02-05 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalfundurin í Føroya Handverkarafelag verður í vár, men longu nú er greitt, at Suni Simonsen heldur fram sum formaður.

Sandavágsmaðurin, sum er búsitandi í Vestmanna, hevur verið í sessinum síðani 2011. Frestin at stilla upp formann til felagið var leygardagin 1. februar, og einki mótvalevni var.

Hesum boðar Føroya Handverkarafelag frá í skrivi í dag.

Suni Simonsen var valdur í stjórnina fyri Føroya Handverkarafelag í 1990. Tá var hann 32-ára gamal. Á aðalfundinum 1996 varð Suni valdur til næstformann í starvsnevndini. Hetta var, tá ið Høgni Højgaard var formaður. Suni Simonsen var síðani næstformaður í starvsnevndini í 15 ár - til hann í 2011 stillaði upp ímóti sitandi formanni Henry Olsen og varð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag. Suni Simonsen segði tá beinanvegin frá sær vanliga starvið hann hevði og fór at virka sum formaður í felagnum burturav. Og hann hevur verið formaður líka síðan.

Um formann sín skrivar Føroya Handverkarafelag eisini soleiðis: 

- Suni Simonsen hevur seinastu áleið 30 árini verið við til allar samráðingar, sum Føroya Handverkarafelag hevur havt við Føroya Handverksmeistarafelag, Kommunufelagið og Landsstýrið. Eitt skifti royndi hann at fáa skipað so fyri, at handverkarafeløgini og arbeiðarafeløgini skuldu fara til samráðingar við felags samráðingarnevnd fyri at standa sterkari, men henda royndin gav ikki úrslit. Suni Simonsen hevur luttikið nógv í uttanlanda samstarvi. Hann hevur verið limur í Yrkisútbúgvingarráðnum og er sum er limur í Yrkisnevndini.

Føroya Handverkarafelag er meginfelag, og sjey handverkarafeløg kring landið eru í løtuni limir í felagnum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag. Íalt eru umleið 1.200 limir í Føroya Handverkarafelag.

Í løtuni er starvsstjórnin mannað við Suna Simonsen, formaður, Jóhan Hansen, næstformaður og Heina Heinesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder