Mentan

Sunnvá og Martin kunnu vinna eini hús í kvøld

Finalan í Nybyggerne verður í kvøld, og tá verður avdúkað, hvør vinnur eini hús fyri 2,6 mió. krónur – Um Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen vinna, ætla tey sær at flyta inn, men einaferð ætla tey sær aftur til Føroya

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen kunnu gerast húsaeigarar í kvøld (Mynd: TV 2)

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen kunnu gerast húsaeigarar í kvøld (Mynd: TV 2)

2020-11-25 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tveir mánaðirnar hava Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen verið at sæð í TV2 sendingini Nybyggerne, har tey hava skula innrætta eini hús í Silkeborg, og eru tað hesi húsini, ið hava eitt virði á 2,6 mió. krónur, sum tey hava møguleika at vinna í kvøld.

Byrjað var við sovikamarinum í fyrsta parti, og í seinasta parti er tað stovan, sum skal gerast.

Sunnvá og Martin dáma væl sonevndar gør-det-selv verkætlanir, og vóru tey ikki heilt óroynd á økinum, tá upptøkurnar byrjaðu. Summar uppgávur vóru tó lættari enn aðrar. Spyrt tú Sunnvá og Martin, var tann torførasta uppgávan heilt sikkurt vesið.

– Har gjørdu vit bara ting, sum vit ikki hava roynt fyrr, eitt nú at leggja flisar. Alt á vesinum var torført, halda vit bæði, sigur Sunnvá við Portalin.

[object Object]
(Mynd: TV 2)

Hinvegin var tann lættasta uppgávan helst kømrini. Húsið hjá Sunnvá og Martin høvdu trý kømur, sum tey innrættaðu til ávikavíst sovikamar, gestakamar og kontór.

– Tað kann mann siga var tað lættasta. Har vóru ikki beinleiðis krøv til, hvat tú skuldi hava, so tað snúði seg bara um, hvussu stórar ætlanir mann sjálvur hevði.

Sunnvá og Martin eru væl nøgd við tað, sum tey hava avrikað hesar tveir mánaðirnar.

– Eg haldi ikki at vit høvdu viljað gjørt nakað øðrvísi, tí vit hava jú lært sera nógv av øllum mannagongdunum, vit hava verið í gjøgnum. Vit høvdu kortini ynskt, at vit høvdu meira tíð at leggja gólvið í gongini. Har løgdu vit brotflisar. Teir flisarnir vóru ikki rættiliga egnaðir sum innigólv, so tá høvdu vit eitt sindur av avbjóðingum, og av tí at vit høvdu so stutta tíð, so máttu vit bara gera tað so gott, sum vit kundu, sigur Sunnvá.

[object Object]Soleiðis sá út, tá Sunnvá og Martin vóru liðug við gongina

Heilt stutt hevur tíðin sum nýbyggjari verið stuttlig, lærurík, spennandi, og mennandi, og hevur hon heilt sikkurt givið teimum blóð uppá tonnina at fara í holt við størri verkætlanir, heldur Sunnvá.

– Síðan vit komu aftur hava vit allatíð hugsað: “hvat skulu vit finna uppá nú? Hvat er tað næsta vit skulu gera?” Tað er bara eitt sindur avmarkað, hvat vit kunnu fara í holt við, tá vit búgva í einari lítlari íbúð.

Eins og hini pørini, hava Sunnvá og Martin brúkt tíðina í Nybyggerne uppá at skapa teirra dreymaheim, og um Sunnvá og Martin vinna í kvøld, ætla tey sær at flyta inn í húsini. Her føla tey seg heima, og halda tey, at tað hevði verið stuttligt at roynt at búð har.

Sunnvá og Martin búgva í løtuni í einari íbúð í Keypmannahavn, og um tey ikki sleppa at flyta inn í húsini í Silkeborg, ætla tey sær at gera onkrar umvælingar har.

– Vit hava tosað um at umvæla okkara ves, so tað fara vit nokk í holt við, um vit ikki eru so heppin at vinna húsini. Tað hava vit jú lært at gera nú, men tað er tó eitt sindur verri, tá mann skal fjerna flisar o.s.fr. Men eg haldi vit tora at taka avbjóðingina.

[object Object]
(Mynd: André Blinkilde / TV 2)

Óansæð hvussu gongst Sunnvá og Martin í kvøld, ætlar parið sær einaferð at flyta heimaftur til Føroya, hóast tað nokk ikki verður í nærmastu framtíð.

– Eg og Martin vita bæði, at vit vilja blíva gomul í Føroyum. Tað er ikki nakað, sum liggur í okkara kortum beint nú, men vit ætla okkum heilt sikkurt aftur til Føroya einaferð. Okkara ynski er at byggja eini nýggj hús ella at keypa eini hús, sum kanska skulu umvælast, so vit kunnu seta okkara egna dám á húsini. Tað er faktiskt ein stórur dreymur hjá okkum, sigur Sunnvá.

Seinasti partur og finalan í Nybyggerne verður at síggja í kvøld klokkan 19 í Kringvarpinum og á TV2.

Tað er upp til hyggjaran at avgera, hvør hevur uppiborið at vunnið húsini. Atkvøðast kann 12 ferðir per telefon.Tað kostar fimm krónur at atkvøða, og hjá føroyskum hyggjarum er neyðugt at fylla pengar á sína telefonsaldo fyrst.

Fyri at atkvøða fyri Sunnvá og Martin í kvøld skal mann senda SM til 1234.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder