Mentan

Sunnvá og Martin kunnu vinna húsini næsta mikukvøld

Forgarður og skúrur vóru gjørd í kvøld, og næsta mikukvøld fellur avgerðin í Nybyggerne. Hyggjararnir atkvøða umvegis sms

Sunnvá Dahl Rasmussen (Mynd: Thomas Sinkbæk / TV 2)

Sunnvá Dahl Rasmussen (Mynd: Thomas Sinkbæk / TV 2)

2020-11-18 21:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Forgarður og skúrur skuldu gerast í Nybyggerne í kvøld, og tað merkir, at tað nú bara er eitt rúm eftir. Sostatt verður tað avgjørt næsta mikukvøld í beinleiðis sending á TV2 og KVF hvør av teimum fýra pørunum sum luttaka skulu vinna húsini til ognar.

Dómararnir hildu at Sunnvá Dahl Rassmussen og Martin Høgfeldt Olsen gjørdu tað gott aftur hesaferð, og hóast lagaðan varða við íblástri úr føroysku náttúruni, so var tað ikki nokk til at vinna. Tey úr gula húsinum vunnu.

[object Object]Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: Thomas Sinkbæk / TV 2)

Sunnva og Martin hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, og tað er komið væl við í fíggjarætlanini.

Seinasta sendingin verður næsta fríggjakvøld tá stovan verður gjørd, og beint eftir tað verður beineiðis sending úr Silkeborg, har húsini standa.

Tá skulu hyggjararnir avgera hvat par skal vinna húsini, sum hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder