Innanlands

Sunnvá og Martin selja "nýbyggjarahúsini" í Silkeborg

Ætlanin er at flyta heim til Føroya og keypa og seta eini eldri hús í Havn í stand

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-18 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Soleiðis sá út á TV2 tá Sunnvá og Martin vunnu húsini í Silkeborg (Upptøka: TV2)

--

Fyri trimum árum síðani vunnu tey "Nybyggerne", og vunnu harvið húsini, sum tey høvdu innrættað í væl umtóktu TV2-sendirøðini.

Nú eru húsini hjá Sunnvá Dahl Høgfeldt og Martin Høgfeldt Olsen í Silkeborg sett til sølu fyri 3.195.000 krónur.

[object Object](Mynd: TV2)

Síðani sendirøðina eru tey blivin foreldur, og longsulin til Føroya er blivin størri.

- Vit hava elskað at búð í Silkeborg, men tørvurin er broyttur seinastu trý árini og fyri okkum er familjan mest umráðandi, skrivaði Sunnva Dahl Høgfeldt á Instagram í vikuni.

- Ætlanin er at finna eina eldri hús í Havn og seta tey í stand til okkara dreymahús. Hetta hevur tíbetur ikki skund, tí vit ætla at fáa summarhúsið liðugt áðrenn vit leypa út í eina nýggja verkætlan, skrivar Sunnva Dahl Høgfeldt.

[object Object](Mynd: Estaldo)

Tað er annars vanligt at vinnarar av "Nybyggerne" selja síni hús. Átta umfør hava verið av sendirøðini, og bara eitt par býr framvegis í húsum sínum.

[object Object]Sunnva Dahl Høgfeldt og Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: TV2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder