Tað er líkt til, at Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen skjótt fara at flyta úr lítlu íbúðini í Keypmannahavn og inn í eini nýbygd hús í Silkeborg. Í kvøld varð nevniliga avdúkað, at tey høvdu vunnið húsini, sum tey høvdu arbeitt uppá í tveir mánaðir.
– Eg eri í sjokk. Oh my god tað hevði eg ikki væntað, segði ein glað Sunnvá, eftir tað varð kunngjørt, at hon og Martin høvdu vunnið finaluna í Nybyggerne.
Tá Portalurin tosaði við Sunnvá áðrenn finaluna, segði Sunnvá, at tey í sendingini høvdu roynt at skapa teirra dreymaheim, og at tey ætlaðu sær at royna at búgva har, um tey vunnu húsini.
Martin hevur eisini familju í økinum, so tey vilja fegin byrja eitt lív saman í Silkeborg, segði parið í kvøld, áðrenn vinnarin varð avdúkaður.
Húsini í Silkeborg eru 126 fermetrar til støddar og hava eitt virði á 2,6 mió. krónur.
Dagførd kl. 20.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald