
Fyri einari tíð síðani søkti Vágs kommuna um eitt nýtt og heldur serstakt starv.
Sóknast var eftir einum netsamskipara til nýggju barnaverkætlanina hjá Vágs Kommunu.
Vágs kommuna skrivar, at tá freistin at søkja var farin, høvdu fimm fólk søkt starvið. Setanarbólkurin var samdur um at seta Sunrid Hansyardóttir Olsen sum netsamskipara.
Um nýggja starvsfólkið skrivar kommunan, at hon er útbúgvin sosialráðgevi og hevur drúgvar starvsroyndir úr Danmark og Føroyum innan børn, ung og familjuøki. Á síni starvsleið hevur Sunrid millum annað arbeitt við fyribyrging, tvørfakligum samstarvi, ráðgeving, netverksfundum og at byggja brýr millum skúlar, heim og myndugleikar.
Talan er um eitt verkætlanarstarv í trý ár. Sunrid Hansyardóttir Olsen byrjar í starvinum sum netsamskipari í barnaverkætlanini hjá Vágs Kommunu 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald