
-Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið at náttúruni, er alneyðugt, at javnvágin við náttúruna er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost í frágreiðingini til roknskapin hjá fyritøkuni.
Vakstrarmál eru í javnvág við náttúrunnar mørk
Nevndarformaðurin leggur í frágreiðingini stóran dent á ta sannroynd, at tað er sera týdningarmikið fyri fyritøkuna, at vakstrarmálini eru í javnvág við náttúrunnar mørk.
-Vit eru sannførd um, at alilaksur er ein av loysnunum at tryggja burðardygga framleiðslu av mati til vaksandi íbúgvaratalið í heiminum. Vit eru førandi í vinnuni, tá tað kemur til fóður-til-mat umskiftisfaktorin og lágu kolevnisslóðina. Tí tørvar okkum at vaksa, men uttan at hettar er til ampa fyri náttúruna.
Rúni M. Hansen vísir á, at tey støðugt eru við at betra um tilfeingisnýtsluna í virkseminum. Harafturat verður strembað eftir at hava ringrásbúskap og nýhugsan í virðisketuni. Eitt dømi um hetta er biogassverkið FÖRKA, sum varð liðugt í 2020. Hetta virðislønta virkið, grundað á ringrásbúskap, loysir nú eina lívfrøðiliga avbjóðing við at taka ímóti lívrunnum burturkasti frá Bakkafrost eins og frá bóndunum. Samstundis framleiðir virkið grøna orku til el-netið hjá SEV og fjarhitaskipanina í Føroyum. Sjálvt hjáframleiðslan hjá FÖRKA hevur virði fyri bøndurnar, sum fáa góðskutøð frá biogassverkinum. Tað er eisini umhvørvið, ið fær ágóðan, nú árliga CO2 útlátið fer at minka við áleið 11.000 tonsum.
Ala á burðardyggan hátt
-Útvegan av burðardyggum rávørum og at vit ala á burðardyggan hátt hevur alstóran týdning fyri okkum. Tá vit keypa rávørur til fóðurframleiðsluna til laks okkara, leggja vit stóran dent á at velja rávørur, ið hava góðkenning innan burðardygd. Vit fegnast um, at øll okkara aliøki í Føroyum nú eru ASC-góðkend, og at vit sostatt hava rokkið málinum, sum vit settu okkum fyri 2020 sigur nevndarformaðurin og heldur fram við at undirstrika:
-Eitt sunt umhvørvi er fortreytin fyri einum sunnum virksemi. Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið at náttúruni, so er alneyðugt, at javnvágin við náttúruna er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald