Í bretska filminum ”Supernova”, sum er upptikin í the Lake District, síggja vit Colin Firth og Stanley Tucci, sum eru Sam og Tusker, ið hava livað saman í tjúgu ár. Meira forelskaðir enn nakrantíð eru teir farnir á ferð við húsvogninum at vitja vinir og næstrafólk.
Nógv er broytt síðan Tusker fyri tveimum árum síðan fekk staðfest byrjandi demens, og teir vita, at tíðin, teir hava saman, er avmáld.
Sum teir ferðast í húsvogninum, gerst greitt, at teir eru ikki á einum máli um eina trygga framtíð, og báðir noyðast at taka støðu til, hvat tað í veruleikan merkir at elska makan treytaleyst.
Bretska tíðarritið, New Musical Express, sum síðan 1952 hevur definerað tónleik og film, sigur í ummæli, at filmurin er “Alive with the things that make life worth living”.
”Supernova” er ein ektaður kærleiksfilmur við hjartanemandi løtum og stillførum skemti. Colin Firth og Stanley Tucci eru framúr í leiklutunum sum tvey menniskju, hvørs kærleiki skal standa sína roynd, nú tilverulig ivamál stinga seg upp, meðan vakra náttúran strýkur framvið.
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 18. august. Atgongumerkjasølan er byrjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald