Innanlands

Súrevnisfløska sprongdist í ovninum

Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla fekk nakað av skaða tá ein oxygen fløska sprongdist

(Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

2023-12-20 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Væntandi tekur tað tvær vikur at umvæla skaðan á ovninum á Brennistøðini á Hjalla, sum í gjárkvøldið fekk nakað av skaða, og er nú sløktur. Arbeiðið byrjar aftaná nýggjár.

Ein oxygenfløska sprongdist í ovninum, og tað hevur millum annað við sær, at loftið í ovninum má skiftast. 

Hetta hevur kortini onga ávirkan á ruskið hjá húsarhaldunum, tí Endurnýtslan er opin, sum vanligt, sigur Tórshavnar kommuna.

Fyritøkur og virki hava fingið áheitan at skilja rusk, eitt nú byggitilfar, í vátt og turt rusk. Síðani verður tað handfarið á Brennistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder