Innanlands

Súsanna í Gong hevur havt 25-ára starvsdag

Hon varð heiðrað á Dagstovninum við Velbastaðvegin í dag - her eru nakrar myndir

Súsanna í Gong fær handað gávu (Mynd: torshavn.fo)

Súsanna í Gong fær handað gávu (Mynd: torshavn.fo)

2024-04-10 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, mikudagin 10. apríl, var hátíðarhald á Dagstovninum við Velbastaðvegin. Hetta var í samband við, at Súsanna í Gong hevur arbeitt har í 25 ár.

Tað skrivar torshavn.fo.

Slíkt verður vanliga hátíðarhildið við køkum, røðum og øðrum, og soleiðis var eisini hesaferð 25-ára starvsdagar eru heldur ikki gerandiskostir

Heðin Mortensen var møttur upp og hevði orð til Súsannu. Borgarstjórin segði millum annað, at tað er umráðandi, at hava starvsfólk við drúgvum royndum:

- Eg kann ikki endurtaka nóg ofta, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Hetta at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

Niðanfyri ber til at síggja nakrar myndir frá heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:

Mynd: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder