Uttanlands

Svalbard: Heitari enn vanligt í juli

Hetta er fyrstu ferð, at miðalhitin á Svalbard, sum í juli varð máldur til 10,1 stig, hevur verið so høgur, sigur veðurlagsgranskari

Svalbard (Savnsmynd: Visualhunt.com)

Svalbard (Savnsmynd: Visualhunt.com)

2023-08-01 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðalhitin á Svalbard í juli var hin heitasti, sum nakrantíð er máldur fyri hendan mánaðin. Miðalhitin var 10,1 stig, ið er 3,1 stig heitari enn vanligt.

Hetta er fyrstu ferð, at miðalhitin á Svalbard hevur verið yvir polarveðurlagsstøði, sigur Ketil Isaksen, veðurlagsgranskari hjá norsku veðurstovuni.

Talan er um polarveðurlag, tá miðalhitin tann heitasta mánaðin er undir 10 stig.

Ketil Isaksen sigur, sambært Ritzau, at hetta summarið kann gerast eitt av teimum heitastu, sum eru máld í økinum.

Í fjør varð eisini met sett. Á sumri í fjør varð miðalhitin 7,4 stig í juni, juli og august, ið var 0,2 stig heitari enn gamla metið frá 2020. Um nýtt met verður sett í ár veldst um, hvussu støðan verður í august, sigur Isaksen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder