2020-09-06 12:55
Summarið í ár varð tað heitasta, sum nakrantíð er skrásett á Svalbard, sum liggur norðanfyri Noregi.
Summarið í ár hevur verið ógvusligt, men seinastu 30 árini er hitin øktur munandi á oyggjunum, sigur norski veðurlagsgranskarin Ketil Isaksen sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Summurini á Svalbard gerast heitari og heitari, og árið í ár var óvanligt, sigur hann.
Hitin á Svalbard hevur verið skrásettur síðan 1899, men ongantíð áður hevur mann skrásett eitt so heitt summar sum í ár, skrivar Ritzau.
Heitasti dagur var 25. juli, tá hitin var 21,7 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald