Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað. Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt.
- Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum
um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.
Soleiðis lýsir Bókadeild Føroya Lærarafelagsins nýggju bókina, sum er tann fyrsta hjá Joan Waag Høgnesen.
Í hesum sambandi skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn leygardagin 31. august klokkan 15.
Joan fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir.
- Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina. Høvi
verður eisini at hitta rithøvundin og myndprýðaran, og bæði Joan og Hans Jacob kunnu skriva í bøkurnar.
Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Joan er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók.
Hans Jacob býr í Klaksvík. Hann hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir millum annað sum fríyrkismyndprýðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald