Innanlands

Svartakálk órógvaði ferðsluna í morgun

Ein lastbilur fór oman av vegnum á Velbastaðhálsi - ongin fólkaskaði

2022-03-17 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast hitamátararnir mátaðu hitastig í morgun, so var tað ógvuliga hált í støðum.

Á Velbastaðhálsi fór ein lastbilur oman av vegnum. Hóast bilurin var væl skøddur, so megnaði hann ikki at halda sær á vegnum tá farast skuldi um Hálsin. Bilurin fór ígjøgnum bilverjuna og oman av vegnum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Eisini á Kalsbaksvegnum var ógvuliga hált í støðum eitt skifti í morgun. Nærhendis Sund koyrdi ein bilur niðan av vegnum.

Ongir persónsskaðar vóru í óhappunum í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder