Mentan

Svavar Knútur spælir við fráfarandi aðalkonsuli

Íslendski aðalkonsulin í Føroyum og konan flyta aftur til Íslands. Tí verður móttøka í Norðurlandahúsinum 17. juni, sum er tjóðardagur íslendinga

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-13 17:19 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Mánadagin 17. juni, sum er tjóðardagur íslendinga og høvi verður eisini at hátíðarhalda løtuna í Føroyum. Íslendski aðalkonsulin, Petur Thorsteinsson og kona hansara, Birna Hreiðarsdóttir, flyta eisini aftur til íslands í summar. Tì verður móttøka og konsert í Norðurlandahúsinum kl. 17-19, tá tjóðardagurin eisini verður hátíðarhildin. 

Petur Thorsteinsson og konan hava verið í Føroyum síðani 2016, men nú skal nýggjur aðalkonsul finnast. 

Til hátíðarhaldið fer Svavar Knútur eisini at framføra. Svavar Knútur er ímillum teir fremstu tónleikararnar í Íslandi. Umframt at spæla á tjóðardegnum, fara hann og Guðrið Hansdóttir eisini at framføra í Reinsaríðnum 15. juni. 

Móttøkan er almenn, og øll eru vælkomin, skrivar íslendska konsulatið í tíðindaskrivi. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder