Innanlands

Svein í Prestgarði á veg við nýggjari fløgu.

Svein í Prestgarði er í hesum døgum í USA og tekur sína triðju fløgu upp.

2019-08-03 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og við teimum báðum fyrru fløgunum, sum komu ávikavist í 2015 og 2016, so verður hendan eisini tikin upp í Crossroads Studios, í Arden NC. Talan er um sera dugnaligir tonleikarar, undir leiðslu av Jeff Collins, sum koma at spæla á fløguni.

Stílurin verður tann melodiski country tónleikurin, sum Svein er kendur fyri,og løg við føroyskum andaligum tekstum.

Svein leggur dent á, at endamálið við fløguni er at koma út við gleðiboðskapinum um Jesus. 

Ferðalagið telur 9 fólk, sum hesa vikuna er í Nashville. Sunnudagin verður farið víðari til Arden NC, har upptøkurnar til fløguna byrja mánamorgunin 5 aug. 

Ætlanin er at fløgan skal koma út áðrenn jól.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder