Uttanlands

Sveis: Fara at gera royndir við lógligari sølu av kannabis

Sum nú er ber bert til hjá borgarum í Sveis at keypa kannabis til medisinska nýtslu ella kannabis, sum inniheldur minni enn eitt prosent THC – Í landslutinum Basel-Stadt verður komandi árini kannað, hvussu atgongd til lógligt kannabis ávirkar heilsuna hjá fólki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-21 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sveisiski landsluturin Basel-Stadt fer miðskeiðis í september undir eina roynd við at loyva sølu av kannabis.

Talan er um eina roynd, sum verður nevnd "Weed Care", sum skal vara í hálvt triðja ár. Weed Care er fyrsta stigið móti einari møguligari legalisering av kannabis í landinum.

Sum nú er, ber til at keypa kannabis til midisinska nýtslu í Sveis, men um talan er um kannabis til aðra nýtslu, kann tað bert keypast lógligt, um tað inniheldur minni enn eitt prosent THC.

Royndin er tann fyrsta av fleiri, sum er góðkend av heilsumyndugleikunum í Sveis.

– Nýtslan av kannabis er útbreidd, trygdin við nýtslu er ógreið, og svarti marknaðurin blómar, siga myndugleikarnir sambært Ritzau. Eisini siga teir, at ein meiriluti av íbúgvunum í Sveis taka undir við legalisering.

Treytirnar fyri at luttaka í royndini er, at mann er fyltur 18 ár, býr í Basel-Stadt og hevur royndt kannabis áður. Undir tilgongdini verða royndarpersónar javnan spurdir um teirra kannabisnýtslu umframt teirra kropsligu og sálarligu heilsu. Vørurnar, sum hesir royndarpersónar skulu nýta, verða seldar á apotekunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder