Uttanlands

Sveisiskar ommur fingu viðhald

Evropeiski mannarættindadómurin avvísti tveimum málum viðvíkjandi veðurlagi – men nakrar eldri sveisiskar kvinnur fingu viðhald

Eldri sveisiskar kvinnur í rættarsalinum í Strassbourg í dag (Mynd: EPA)

Eldri sveisiskar kvinnur í rættarsalinum í Strassbourg í dag (Mynd: EPA)

2024-04-09 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropeiski mannarættindadómstólurin hevur í dag dømt í trimum málum, sum snúgva seg um veðurlag.

Bíðað hevur verið í spenningi eftir hesum dómum, tí teir vóru at vísa eina leið fyri dómstólin, sum ikki fyrr hevur tikið støðu í prinsippmálum um veðurlag.

Dómstólurin valdi tó at vísa tí mest umrødda málinum frá sær. Tað eru seks ungfólk úr Portugal, ið gjørdu eina roynd at fáa allar tær 32 stjórnirnar í Evropa at gera meira fyri at verja móti veðurlagsbroytingum.

Mannarættindadómstólurin slær fast, at allir saksøkjararnir eru búsitandi í Portugal. Tí kann sakin einans rættast móti Portugal, og ikki hinum 31 londunum.

Mannarættindadómstólurin vísti eisini eitt annað mál frá sær. Tað er ein fyrrverandi franskur borgarstjóri, sum roynir at tvinga fronsku stjórnina til at gera meira fyri at verja veðurlagið.

Eisini í hesum føri vísti mannarættindadómstólurin á, at kæran eigur at vera vend móti Fraklandi.

Í triðja málinum hevur dómstólurin tó mett, at Sveits hevur gjørt seg inn á nøkur mannarættindi mótvegis eldri kvinnum, fyri ikki at liva upp til ásettu málini um útlát.

Tær eldri kvinnurnar reistu málið við at vísa á, at tær eru meira útsettar enn aðrir bólkar av borgarum fyri avleiðingunum av upphitingini orsaka av veðurlagsbroytingum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder