Innanlands

Svend Krosstein P/F hevði eitt avlop upp á 6 mió.kr.

Avlopið er nakað lægri enn í 2020, men Svend Krosstein P/F er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er 54,5 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevnið á heili 84 prosent

(Mynd: Krosstein)

(Mynd: Krosstein)

2022-06-10 06:55 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Roknskapurin 2021 hjá Svend Krosstein P/F vísir, at bruttovinningurin minkaður úr 23,3 mió.kr. í 2020 til 21,5 mió.kr. í 2021. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 7,3 mió.kr., sammett við 9,7 mió.kr. í 2020.  

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop eftir skatt á 6 mió.kr., sammett við 8,5 mió.kr. í 2020. Úrslitið er sostatt 2,5 mió.kr., ella 30 prosent lægri enn í 2020. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 3 mió.kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Fíggjarjavnin hjá Svend Krosstein P/F er fallin úr 66,1 mió.kr. í 2020 til 64,9 mió.kr. í 2021. 

Støðisognirnar eru falnar úr 8,4 mió.kr. í 2020 til 3,2 mió.kr. í 2021 

Ognir í umferð eru øktar úr 57,6 mió.kr. í 2020 til 61,7 mió.kr. í 2021. Serliga sæst, at vørugoymslan er økt úr 17,4 mió.kr. í 2020 til 19,4 mió.kr. í 2021. Harumframt er tøki peningurin øktur við 5,7 mió.kr. til 23,5 mió.kr. í 2021. 

Svend Krosstein P/F er sera væl fyri fíggjarliga. Eginognin er 54,5 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevnið á heili 84 prosent. Talan er tí um eina sera væl konsolideraða fyritøku.  

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin við árslok 2021 var 10,4 mió.kr., sum er 4 mió.kr. minni enn í 2020. 

Gjaldførið hjá Svend Krosstein P/F var somuleiðis sera gott í 2021. Gjaldførislutfallið var heili 594 prosent, sum sigur at tær umsetuligu ognirnar vóru heilar 6 ferðir størri enn stuttfreistaða skuldin. Eisini sæst at tann tøki peningurin var 23,5 mió.kr

Høvuðspartaeigari av Svend Krosstein P/F er SK Holding P/F. 

Stjóri í Svend Krosstein P/F er Annika Krosstein og nevndarformaður er Bjørn á Heygum.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder