Uttanlands

Svensk klædnafyritøka gevst við øllum virkseminum í Russlandi

Hennes & Mauritz (H&M) legst nú afturat teimum mongu fyritøkunum, sum gevast við virkseminum í Russlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-18 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska klædnafyritøkan Hennes & Mauritz (H&M), sum hevur havt handlar í Russlandi síðan 2009, hevur ikki selt nakra vøru í Russlandi síðan 2. mars, og fyritøkan hevur nú tikið avgerð um at taka virksemið úr Russlandi fullkomiliga.

H&M upplýsir í tíðindaskrivi, at mann nú fer undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at niðurleggja alt virksemið hjá H&M í landinum.

Tey í H&M halda ikki, at tað er møguligt at halda fram við virkseminum í Russlandi orsakað av núverandi støðuni.

Ein partur av tilgongdini, sum fyritøkan nú fer undir, er at lata handlarnar uppaftur í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at fáa selt restina av vørum teirra í Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder