Mentan

Svenska akademiið gerst virkið aftur

Svenskmælt skald úr Finnlandi gerst nýggjur lívstíðarlimur

Svenska akademiið (Mynd: EPA)

Svenska akademiið (Mynd: EPA)

2019-02-12 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at Svenska Akademin, bókmentaligi mentanarstovnurin í Stockholm, sum eitt nú stendur fyri at útnevna Nobel-heiðurslønirnar í bókmentum, nú verður arbeiðsført aftur.

Eftir ógvusligar gølur við ákærum um kynsligan ágang og óreglusemi millum teir 18 limirnar í amademinum hevur stovnurin eitt skiti verið óarbeiðsførur, tí fleiri av teimum 18 føstu limunum hava lagt arbeiðið niður, og akademiið hevur ikki verið viðtøkuført. Hetta elvdi eitt nú til, at ongin Nobel-heiðursløn í bókmentum varð latin í fjør – ístaðin er lovað, at tvær heiðurslønir verða latnar í ár.

Nýggir limir eru valdir ístaðin fyri limir, sum hava sagt seg úr akademinum, og tveir av teimum, ið løgdu arbeiðið frá sær og lótu sessin standa tóman, hava nú boðað frá, at tey aftur luttaka í arbeiðinum í akademinum.

Og í dag boðaði svenski kongurin so frá, at finska skaldið, Tua Forsström, er vald í 18. sætið í akademinum. Sessurin gjørdist leysur, tá Katarina Frostenson í farna mánaða boðaði frá, at hon fór úr akademinum. Hetta eftir at ein semja varð gjørd við hana um eitt nú at varðveita samsýning og rættin til at leiga bústað frá akademinum.

Frostenson er gift við tí sonevnda ”kulturprofilen”, sum hevur verið høvuðsorsøk til stóru gøluna í stovninum.

Les: Stór gøla í ovastu Nobelnevndini 

71 ára gamla Tua Forsström er finlandssvii, búsitandi í Helsingfors, og hetta er fyrstu ferð, at ein finskur ríkisborgari er valdur í svenska akademiið.

Tua Forsström vann í 1998 bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ”Efter att ha tillbringat en natt bland hästar”. 

[object Object]
Tua Forsström

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder