Uttanlands

Svenska kongshúsið: Skurðviðgerðin gekk væl

Carl Gustaf kongur varð í dag undir hjartaskurð – Viðgerðin eydnaðist væl, og skal hann nú hvíla seg komandi vikurnar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-20 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski kongurin, Carl Gustav hevur í dag verið undir hjartaskurð, og skurðviðgerðin eydnaðist væl, upplýsir svenska kongshúsið.

– Skurðviðgerðin gekk væl, og hevur kongurin tað gott. Kongurin letur heilsa og takkar fyri tann stuðulin, hann fekk undan skurðviðgerðini, og er hann sera takksamur fyri svenska heilsuverkið, sigur talsfólk hjá kongshúsinum sambært Ritzau.

Kongurin er framvegis innlagdur, og Silvia drotning hevur longu verið og vitjað hann. Nú skal hann hvíla seg, og fer hann ikki at hava nakrar almennar uppgávur komandi tvær vikurnar. Áðrenn viðgerðina var boðað frá, at uppgávurnar hjá konginum frá 20. februar til 3. mars vórðu útsettar til seinni í vár.

Carl Gustaf er 76 ára gamal, og í september eru júst 50 ár liðin, síðan hann gjørdist kongur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder