Svenski sjónleikarin Sven Wollter er deyður sum avleiðing av covid-19. Hann gjørdist 86 ára gamal.
- Tað er við markleysari sorg, at familjan hjá Sven Wollter kunnger, at hann í dag, 10. november, fleyg inn í ljósið, skrivaði dóttirin, Stina Wollter á Instagram í dag
Sven Wollter hevur havt covid-19, men hevði eisini aðrar heilsutrupulleikar, eitt nú KOL.
Sven Wollter hevur í nógv ár verið virkin á sjónleikapallunum, men er helst mest kendur fyri sínar leiklutir í sjónvarpsrøðum.
Hann spældi eisini fleiri leiklutir á stóra filmsløryftinum, eitt nú Änglagård frá 1992, Alfred frá 1995 og En sång for Martin í 2001.
Wollter hevur eisini skrivað tríggjar skaldsøgur og givið út tvær plátur.
Hann var á konsertferð við orkestri sínum í heyst, men mátti avlýsa, tá tað var staðfest, at hann hevði fingið koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald