Í komandi viku verður altjóða Eurovision sangkappingin hildin í svenska býnum Malmö, og svenskir myndugleikar fyrireika seg til ófrið í hesum sambandi.
Í fleiri mánaðir hevur luttøkan hjá Ísrael skapt øsing og elvt til nógv kjak, og tí vænta svenskir myndugleikar fleiri mótmæli, skrivar Ritzau.
Tað er orsakað av krígnum millum Ísrael og Hamas, at tónlistafólk í fleiri londum, m.a. Danmark og Svøríki, hava heitt á sjónvarpsrásir, lond og tónlistafólk um at boykotta Eurovision í ár.
Svenska løgreglan hevur upplýst, at trygdin verður økt, við hjálp frá bæði donsku og norsku løgregluni. Eisini fer løgreglan at brúka dronur at hava eftirlit við Malmö frá 4. til 13. mai.
Eurovision- hálvfinalurnar verða týsdagin 7. og hósdagin 9. mai, og finalan verður leygardagin 11. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald