Tveir svenskir ríkisborgarar, Johan Floderus og Saeed Azizi, sum hava sitið í fongsli í Iran, vórðu í gjár leyslatnir og fluttir til Svøríkis í sambandi við fangabýti millum Svøríki og Iran.
Teir báðir vórðu leyslatnir í býti við Hamid Noury, sum hevði fingið ein lívlangan fongsulsdóm í Svøríki fyri hansara leiklut í hópavrættingum í einum iranskum fongsli í 1988.
Flogfarið við Johan Floderus og Saeed Azizi lendi í Stockholm leygarkvøldið. Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson hevði frammanundan tosað í telefon við teir, og at teir høvdu tað gott eftir umstøðunum.
Hamid Noury er eisini lendur í iranska høvuðsstaðnum Teheran, og sambært Kristersson var tað ikki nøkur løtt avgerð at leyslata hann.
– Onkuntíð noyðist mann at gera okkurt torført fyri at gera tað rætta. Hjá mær sum forsætisráðharri er tað at verja svensk lív meira umráðandi, sigur hann sambært Ritzau.
Johan Floderus er ES-diplomatur, sum hevur verið fongslaður í Iran síðan 2022. Hann varð ákærdur fyri njósning og var í vanda fyri at verða avrættaður. Saeed Azizi varð handtikin í november og fekk fimm ára fongsulsrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald