Innanlands

Svenskt hitt og egið lag

Kári Fossdalsá fer í kvøld at syngja svenska lagið Svag, meðan Tina Mellemgaard syngur egið lag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-25 11:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðurlendskt er tema er í X Factor í kvøld, og fyri løtu síðani kunngjørdi TV2 hvørji løg, luttakararnir fara at framføra.

18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík, sum síðsta fríggjakvøld endaði í vandabólkinum, fer at syngja egið lag. Tað verður ein sangur við heitinum “Ord”.

Kári Fossdalsá, sum hevur verið í vandabólkinum tvær ferðir, men sum fríggjadagin óvæntað kom beinleiðis víðari, kundi longu fyri viku síðani avdúkað, at tað ikki bleiv eitt føroyskt lag, hann fór at framføra.

Hann fer nevniliga at royna seg á svenskum við kenda lagnum “Svag” hjá Victor Leksell.

Hetta er fimta liveshow og sostatt eru tað bara fimm av níggju luttakarum eftir.

X Factor verður sent klokkan 19 føroyska tíð á danska TV2.

Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234

Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234 

Les eisini: Kári og X Factor á stórskíggja á Svangaskarði

Sí eisini: Myndir: Stór smíl av Toftum - X Factor 18. mars

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder