16 ára gamli veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg savnaði í dag fleiri enn 20.000 týskir skúlanæmingar til veðurlagsverkfall í Berlin.
Tað metir týska løgreglan, sambært DR.
Í røðu við Brandenburger Tor segði Greta Thunberg, at hetta bara er byrjanin, tí tey ungu vilja hava eina framtíð.
- Eldra ættarliðið hevur enn ikki megnað at fingið tamarhald á størstu kreppuni hjá mannaættini: veðurlagsbroytingar. Vit skulu stúra, og vit skulu ræðast, segði hon m.a. í stuttu røðu sínari.
Aktivistar úr fleiri evropeiskum londum hildi røðu í Berlin í dag.
Greta Thunberg tók stig til fyrsta "veðurlagsverkfallið" í september í fjør. Tá skulkaði hon úr skúlanum hvønn fríggjadag og setti seg ístaðin uttanfyri svenska Ríkisdagin í Stockholm fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Tá var hon 15 ára gomul.
Síðan tá hava veðurlagsverkføllini breitt seg til fleiri onnur lond kring allan heimin, m.a. Føroyar.
Greta Thunberg verður verandi í Berlin til sunnudagin. Hon skal m.a. taka ímóti einari virðisløn, Golden Camera, fyri sína aktivismu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald