Uttanlands

Svenskur námsbýur hart raktur av korona

Illgruni er um, at smittan er byrjað í náminum í Gällivare

2020-06-18 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í norðursvenska námsbýnum Gällivare hava tey mist tamarhaldið á koronastøðuni.

Kreppuráðið í býnum tók í gjár avgerð um at steingja tað mesta av býnum niður. Hetta er galdandi fyri almenn tiltøk, ítróttatiltøk, svimjihyl, bókasavn og onnur søvn. Ongi mentanartiltøk verða loyvd, skrivar netmiðilin The Barents Observer.

Eisini eru allir bussar til og frá býnum støðgaðir.

Gällivare er nú tann býurin í Svøríki við hægsta tali av smittaðum, upplýsti SVT í gjár. Boðað verður frá ógvusligum smittutølum, bæði í røktarheimum og í námsfelagnum í býnum, LKAB.

Orsøkin til stóru útbreiðsluna í Gällivare er stóra arbeiðsplássið í býnum, námið hjá LKAB í Malmberget, sigur Anders Nystedt, lækni í býnum.

- Smittubreiðslan byrjaði í náminum. Ongin ivi er um tað, sigur læknin við SVT.

Fredrik Björkenwall, kunningarstjóri í námsfelagnum LKAB biður fólk vera varin við at skýra eina einstaka fyritøku fyri at vera orsøkin til smittuspjaðingina. Hann sigur við SVT, at tað er alment kent, at koronasmittan í fyrstu fasuni hevur tað við serliga at spjaðast innan eldrarøktina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder