Uttanlands

Sverigedemokraterna raktir av pínligari avdúking

Høvuðsvalevnið til ES-valið hevur krámað kvinnuligum floksfelaga

Peter Lundgren (Mynd: SVT)

Peter Lundgren (Mynd: SVT)

2019-05-22 17:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt mál um kynsligan ágang hevur koyrt svenska flokkin, Sverigedemokraterna út í eina kreppu, nú fáar dagar undan valinum til Evropatingið.

Í gjár varð høvuðsvalevnið hjá flokkinum, Peter Lundgren, meldaður til løgregluna fyri at hava gjørt seg inn á ein kvinnuligan floksfelaga á eini veitslu í fjør, skrivar blaðið Expressen.

Á eini ljóðupptøku greiðir ein ónavngivin kvinna frá, hvussu Lundgren helt henni fast, krámaði upp á hana og trýsti hana til ein koss.

- Kyss meg – so sleppi eg tær, skal hann hava sagt.

Kvinnan er seinni eyðmerkt at vera Sara-Lena Bjälkö, sum eisini stillar upp til ES-valið sum nummar 20 á listanum hjá Sverigedemokraterna, skrivar dr.dk.

Lundgren hevur sjálvur sagt við Expressen, at hann nokk hevur roynt at kráma Bjälkö á bróstini, men roynir eisini tóna niður trupulleikan.

- Vit vóru rættiliga full tað kvøldið, og hon flutti hendur mínar, sigur hann.

Svensku ákærumyndugleikarnir hava boðað frá, at tey nú fara at gera kanningar í málinum gera avhoyringar av vitnum.

Sama dag sum málið varð reist fyri løgregluni, løgdu Sverigedemokraterna ein film á YouTube, har bæði Lundgren og Bjälkö sita á eini sofu og greiða frá hendingini, og royna at tóna hana niður.

- Vit høvdu eina veitslu í góðum vinarlag, har eg gjørdi meg upp. Eg uppførdi meg býtt. Eg var eisini illa við av tí, ið hendi, og setti meg í samband við teg nakrar dagar seinni og bað um umbering, sigur Lundgren í filminum

Kvinnan váttar, at tey hava tosað saman um hendingina, at hon ikki hevur havt nakrar ætlanir um, at hendingin skuldi enda hjá løgregluni, men tað er ein onnur kvinna í flokkinum, Kristina Winberg, sum hevur likið málið til miðlarnar.

Kristina Winberg er nú tveitt úr flokkinum.

Leiðarin hjá Sverigedemokraterna, Jimmie Åkesson, sigur við SVT, at hendingin ikki fær ávirkan á hansara álit til Peter Lundgren.

- Hetta er eitt mál millum tvey vaksin fólk, sigur floksformaðurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder