Innanlands

Sverri sendur at hjálpa útlendskum seglbáti

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein bátur var uppsteðgaður í Vestmannasundi og hevði tørv á hjálp

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2021-08-08 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð Rescue Sverri sendur at hjálpa einum útlendskum seglbáti, sum var uppsteðgaður í Vestmanansundi.

Tað var klokkan fimm, at skiparin boðaði MRCC frá, at tey høvdu tørv á hjálp, og var bjargingarbáturin skjótur á staðið, skrivar Vørn.

Tá klokkan var uml. sjey, hevði Sverri hjálpt bátinum til Vestmanna í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder