Innanlands

Sverri sleipaði bát á Válin

Í gjár varð boðað frá, at ein bátur, sum var staddur út fyri Slættanes, hevði trupulleikar við motorinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-11 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð Rescue Sverri boðsendur at sleipa ein bát, sum hevði fingið trupulleikar við motorinum.

Tað var klokkan 13, at boðað varð frá, at báturin, sum var staddur út fyri Slættanes, hevði tørv á hjálp.

Sverri sleipaði bátin inn á Válin. Hetta tók hálvanannan tíma, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder