2022-08-30 07:29

Bjargingarbáturin Sverri varð seinnapartin í gjár sendur út at hjálpa einum báti, sum varð uppstøðgaður.
Hetta framgongur av heimasíðuni hjá Vørn.
Talan var um ein smábát á havhestaveiðu við tveimum monnum umborð, sum var uppstøðgaður. Sverri varð sendur av Miðvági og út til bátin, sum varð sleipaður inn aftur í øllum góðum.
Eisini ein annar bátur – ein jolla á havhestaveiðu norðanfyri – bað fyrrapartin í gjár Vørn um hjálp, vegna motortrupulleikar.
Men teir fingu sjálvir motorin í gongd aftur, skrivar Vørn, og tí varð tann bjargingin avblást.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald