Tað verður Sverri Steinhólm, sum áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús – og fongsulsprestur, ið nú verður fyrsti diakonprestur í Føroyum.
Hesum boðar Fólkakirkjan frá í skrivi í dag.
Presturin í nýggja embætinum hevur til uppgávu at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin. Hetta eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.
- Í arbeiðinum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík, ið eru umboðað í nevndini, ið saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.
Um setta prestin skrivar folkakirkjan.fo, at Sverri hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Bláa Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár. Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið ynskja at samstarva við fólkakirkjuna.
Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.
Umframt diakonprestin, eru funktiónsprestar, ið røkja uppgávur innan sjúkrahúsverkið, millum fongslaðir føroyingar. Fólkakirkjan hevur eisini nýligani sett ein studentaprest at virka á miðnámskúlunum kring landið.
Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september.
Innanlands
Sverri Steinhólm settur sum diakonprestur
Presturin í nýggja embætinum hevur millum annað til uppgávu at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin
Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík. Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni 1. september (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-24 14:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald