
Carl Gustaf kongur af Svøríki er stúrin um koronastøðuna í landinum og sigur nú beinleiðis, at ongin er bjargaður undir farsóttini í Svøríki.
- Eg haldi, at vit hava mistikið okkum. Vit hava nógv dey, og tað er ræðuligt. Tað er nakað, vit øll líða undir, sigur kongurin. Orðini falla í eini sjónvarpsrøð um kongshúsið, sum verður send komandi mánadag. Svenska kringvarpið SVT vísir í dag brot úr sendingini á netinum.
Yvir 7.000 fólk í Svøríki hava latið lív við korona, og tað pínir kongin, at nógv ikki hava kunna sagt ordiliga farvæl við teirra kæru.
- Svenska fólkið pínast illa av hesum sváru viðurskiftum. Ein hugsar um allat teir familjulimirnir, sum ikki hava kunnað sagt farvæl. Tað má vera ein tung og skelkandi uppliving, sigur kongurin við svenska kringvarpið SVT.
Upp á fyrispurningin um kongur sjálvur óttast fyri at verða smittaður av covid-19, sigur Carl Gustaf:
- Seinastu dagarnar er hóttanin komin tættari uppá. Tað er jú ikki nakað, mann ynskir sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald