Svenski kongurin, Carl Gustaf, skal í dag leggjast undir skurð fyri hjartað.
Svenska kongshúsið hevur ikki sagt, júst hvat kongur skal viðgerast fyri, men sambært lívlæknanum hjá kongi, Viveka Frykman Kull, verður skurðurin framdur við katetur.
Skurðviðgerðin fer fram eftir hennara ráðum og við kongsins góðkenning, greiðir læknin frá.
- Sum við øllum øðrum viðgerðum, verður hon gjørt í samráð við sjúklingin. Tað sigur seg sjálvt, sigur Viveka Frykman Kull við Dagens Nyheter.
Tá læknin brúkar eitt katetur, til dømis gjøgnum lærkrikan, heldur enn at opa bróstgrindina, er tað ein fyrimunur, tí tað tekur nógv styttri tíð at koma fyri seg aftur.
- Ráðini til kong er, at hann skal taka sær av løttum og hvíla seg í einar tvær vikur, sigur læknin.
Sambært henni hevur kongur staðið á bíðilista fyri at koma framat, eins og allir aðrir vanligir svenskir borgarar.
- Tað ger ongan mun, um ein er kongur. Tað er læknafrøðiligi tørvurin, sum avgerð, hvussu leingi bíðast skal, sigur lívlæknin hjá kongi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald