Uttanlands

Sviar fara til Noregs at fylla innkeypskurvina

Seinasta árið eru matvørur í Svøríki í miðal vorðnar 20 prosent dýrari, og so stóran prísvøkstur hevur Svøríki ikki upplivað, síðan fyrst í 50unum

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2023-03-19 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki óvanligt, at norðmenn fara yvirum markið til Svøríkis at keypa inn, men nú eru tað nógvir sviar, sum fara til Noregs at keypa matvørur.

Orsøkin er ógvusligi prísvøkturin, sum hevur verið í Svøríki seinasta árið.

Sambært NRK eru matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur í Svøríki í miðal vorðnar 20 prosent dýrari seinasta árið.  So stóran prísvøkstur hevur Svøríki ikki sæð uppá eitt ár síðan fyrst í 1950unum, vísa svensk hagtøl.

Prísurin fyri eitt nú blomkál er farin upp nærum 80 prosent, meðan sukur og smør er vorðið 48 prosent dýrari.

Tað er serliga frukt og grønmeti, sum sviar fara yvirum markið at keypa. Men teir keypa eisini kjøt, breyð, fisk, ost og smør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder