Uttanlands

Sviar góðkenna NATO limaskap

Svenski Ríkisdagurin samtykti í dag eina lóg, sum loyvir landinum at gerast limur í NATO, tá tey 30 limalondini góðkenna umsóknina um limaskap

Formaðurin í svenska Ríkisdegnum ger greitt, at stórur meiriluti í Ríkisdegnum ynskir limaskap í NATO. Mynd Reuters.

Formaðurin í svenska Ríkisdegnum ger greitt, at stórur meiriluti í Ríkisdegnum ynskir limaskap í NATO. Mynd Reuters.

2023-03-22 23:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Svøríki og grannalandið Finland heittu longu í fjør á NATO um at gerast limir sum svar uppá russisku innrásina í Ukraina. Men viðgerðin av umsóknini er vorðin seinkað orsakað av, at tvey av limalondunum enn ikki hava givið grønt ljós til limaskap. Tey eru Turkaland og Ungarn.

Lógin um at søkja um limaskap varð samtykt í svenska Ríkisdegnum við sera stórum meiriluta, 296 fyri og 37 ímóti. Minnilutin vóru tingfólk hjá lítla Vinstraflokkinum og flokkinum teimum Grønu. Um Svøríki fær limaskap, fer hetta at enda 200 ára neutralitet hjá Svøríki.

Tað er serstakliga Turkaland, sum er ein forðan fyri limaskapi. Landið krevur av Svøríki, at tað gevast at fíggja kurdiskt virksemi eins og tað krevur, at Svøríki skal siga upp sítt forboð móti at selja Turkalandi vápn.

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billstrom er bjartskygdur um møguligan svenskan limaskap í NATO. Endaliga avgerðin skal takast á fundi í Vilnius í Litava í juli.

Eisini Finland hevur søkt um limaskap í NATO við undirtøku frá meira enn 76% av fólkinum. Turkaland hevur sagt seg vilja stuðla finskum limaskapi, men hevur útsett avgerðina um svenska limaskapin til eftir valið í Turkalandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder