Almenna svenska reiðaríið, ið røkir ferðafólka- og bilaflutningin millum Landskrona og oynna Ven í Oyrasundi er ein av áhugaðu keyparunum av Teistanum, sum nú ikki longur røkir siglingina í Sandoynna.
Útvarpið sigur frá Helsingborg Dagblad, at umboð fyri felagið Ventrafiken hava verið í Føroyum og hugt eftir Teistanum, og at tey eru áhugað í at keypa Teistan, og fara at senda eitt ætlanarskiv um hetta til Føroyar, hóast Teistin enn ikki er alment lýstur til sølu.
Sambært Helsingborg Dagblad, eru sviar eisini sinnaðir at lata eina av sínum ferjum í býti sum ein part av keypinum.
Ventrafikken røkir siglingina til Ven við tveimum ferjum í løtuni, Uraniborg og Stjerneborg.
Uraniborg er bygd í 2012, er knappar 50 metrar long og 12 metrar breið. Hon tekur 394 ferðafólk og 14 persónbilar. Skrokkurin er smíðaður í Polandi og ferjan gjørd liðug í Hvide Sande í Danmark.
Stjerneborg er bygd í Noregi í 1990, og er er nakað minni en Uraniborg, 34,34 metrar long og 10 metrar breið. Tekur 247 ferðafólk og 11 persónbilar. Í 2009 varð ferjan umbygd, so hon kundi lúka tey nýggjastu trygdarkrøvini, upplýsir reiðaríið á heimasíðu síni.
Stjerneborg til vinstru og Uraniborg til høgru (Mynd: Ventrafiken)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald