Ein 47 ára gamal svii er skuldsettur fyri at njósnast fyri Russland. Tað upplýsir svenski ákærumyndugleikin.
Talan er um ein svenskan ráðgeva, sum í einum longri tíðarskeiði hevur latið einum russiskum sendimanni viðkvæmar upplýsingar, sum hann hevði fingið í sambandi við arbeiði hjá Scania og Volvo.
Maðurin varð tikin av svenska Säkerhetspolisen á eini matstovu í Stockholm í 2019. Hetta var í sambandi við, at hann í áravís hevði verið undir illgruna fyri njósning. Á matstovuni hitti hann eitt starvsfólk á russisku sendistovuni.
Sambært Säkerhetspolisen var viðkomandi í veruleikanum frá russisku fregnartænastuni.
Sambært ákæruritinum hevði 47 ára gamli maðurin fingið góða løn fyri upplýsingarnar. Ritzau skrivar, at hann skal hava fingið 28.000 svenskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald