Uttanlands

Svii fær nobelvirðisløn fyri gransking í útdeyðum genum

Svante Pääbo fær heiðursløn Nobel's í lívvirkisfrøði og medisin

Svante Pääbo (Mynd: EPA)

Svante Pääbo (Mynd: EPA)

2022-10-03 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ein svii, sum í ár fær Nobel-heiðurslønina í lívvirkisfrøði og medisin. Í dag var kunngjørt, at Svante Pääbo, ið hevur granska genetikk, fær tignarligu heiðurslønina.

Svante Pääbo fær heiðurslønina fyri sína gransking av lívmenningini hjá menniskjanum og útteyðum genomum.

Hetta varð kunngjørt á Karolinska Institutet í Stockholm fyrrapartin.

Í gransking síni hevur Svante Pääbo kortlagt arvagóðsið frá neandertalarunum, umvegis eitt útdeytt skyldfólk til tey menniskjuni, sum liva nú. Hann fann eisini eitt higartil ókent slag av menniskjum, kallað denisova.

- Slóðbrótandi granskingin hjá Pääbo hevur skapt nýggj øki at granska, kallað paleogenomikk. Hansara kortleggingar av arvagóðsið frá neandertalarum og denisova hava givið okkum nýggjar fyritreytir fyri at skilja genetiska grundarlagið til tað, sum ger okkum øll til einstøk menniskju, verður sagt í grundgevingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder