2022-07-31 09:41
Iransku myndugleikarnir boða frá, at ein svii er vorðin handtikin og skuldsettur fyri njósning í landinum.
Sambært iranskum miðlum, sum m.a. DR endurgevur, hevur sviin verið eygleiddur á fleiri ferðum í Iran, har hann hevur borið seg illgrunasamt at og hevur vitjað býir, sum ikki eru vanlig ferðamál.
Hann skal eisini eitast at hava vitjað ísraelsk-hersett øki í Palestina, áðrenn hann er farin víðari til Iran.
Svenska uttanríkismálaráðið sigur, at talan er um eitt kent mál, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald