Innanlands

Svimja um fjørðin aftur í ár

Havsvimjarar fara leygarmorgunin at svimja um Nólsoyarfjørð

Soleiðis sá út í 2016 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Soleiðis sá út í 2016 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-08-12 17:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarmorgunin klokkan 8:45 smoyggja havsvimjarar sær á bláman niðanfyri Radioamatørarnar yviri við Strond í Havn.

Tilmeldingin er enn opin á www.swim.fo. Til ber eisini at svimja liðsvimjing, har ið tríggir svimjarar býta teinin ímillum sín. Eisini ber til at svimja sum eitt par.

Í beinari linju er teinurin um fjørðin 4 kilometrar, men við streymi og øðrum gerst oftast talan um áleið 6 kilometrar.

[object Object]Teinurin

Cecilia Eysturdal svam í 2012 teinin upp á 1:07.48, sum er met. Teinurin er eisini svomin upp á góðan hálvan triðja tíma, har ið fremsta mál er at gjøgnumføra.

At leggja á Nólsoyarfjørð kann vera ein avbjóðing, men við rímiligari venjing letur tað seg væl gera. Bæði rørslu- og kappsvimjarar luttaka.

Fyri at luttaka er neyðugt við svimjivátdrakt, sum kann útvegast fyri ein rímiligan penga. Ein bátur skal fylgja hvørjum svimjara.

Í ár er tað eisini eitt krav at hava eina svimjiboyu, og hjálpir hendan bátunum og svimjarum at síggja hvønn annan.

Svimjingin er kappsvimjing, har kappast verður í opnum bólki, tvs kvinnur og menn kappast í øllum aldri. Svimur ein í fitjum, telir tað ikki við í kappsvimjingini.

Svomið hevur verið á Ovastevnu síðan 1998, og fleiri enn 130 fólk hava hesi 24 árini lagt leiðina um fjørðin.

Erlendur Simonsen, sum hevur svomið øll árini, byrjaði tiltakið sum stuðul til svimjihyl í Nólsoy. Í dag er tiltakið minnissvimjing um Ova Joensen.

Í 2019 svumu 24 fólk, men í fjør var eingin svimjing av givnum ávum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder