Mentan

Svimjihøllin í Gundadali letur upp mánadagin

Høllin hevur verið stongd síðan 8. august orsakað av korona – Hitarúmini og kalda karið verða tó ikki tøk fyrstu tíðina

Svimjihøllin í Gundadali (Savnsmynd)

Svimjihøllin í Gundadali (Savnsmynd)

2020-08-15 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svimjihøllin í Gundali í Havn hevur nú verið stongd í eina viku orsakað av koronasmittuni, men í komandi viku letur hon upp aftur.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at svimjihøllin letur upp aftur mánamorgunin 17. august klokkan 6.45. Tó verða hitarúmini og kalda karið ikki tøk fyrstu tíðina.

100 persónar sleppa inn samstundis, og svimjitíðin er ein tími. Í sambandi við uppafturlatingini, verða vitjandi mint á at halda frástøðu og at minnast til at spritta hendurnar væl.

Tað eru ikki bert fólk í høvuðsstaðarøkinum, sum kunnu gleðast um, at tey skjótt sleppa at svimja aftur, svimjihøllin í Klaksvík letur nevniliga eisini uppaftur sama dag.

Les eisini: Sleppa at svimja aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder