Mentan

Svimjihøllin í Gundadali nú opin sum vanligt

Nú er aftur opið millum kl. 12 og 14, og hitarúmini og kalda karið eru tikin í brúk aftur – Enn sleppa bert 100 fólk inn samstundis, og mint verður á frástøðuna og at spritta hendurnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-03 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

17. august lat svimjihøllin í Gundadali uppaftur eftir at hava verð stongd í eina góða viku orsakað av koronasmittuni.

Tó vóru avmarkingar, og hitarúmini og kalda karið vórðu ikki tøk fyrstu tíðina.

Nú boðar Tórshavnar kommuna tó frá, at opið er aftur sum vanligt.

Frá í dag, 3. september, verður ikki longur stongt millum klokkan 12 og 14, og hitarúmini og kalda karið eru eisini tikin í brúk aftur.

Tó sleppa framvegis bert 100 fólk inn samstundis, og mint verður framvegis á, at vitjandi eiga at halda frástøðu og at spritta hendurnar væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder