Innanlands

Svimjihøllin í høvuðsstaðnum fyribils stongd

Starvsfólk í svimjihøllini í Gundadali hevur fingið staðfest koronu, og tískil eru øll starvsfólk farin í sóttarhald

Savnsmynd

Savnsmynd

2021-05-24 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Svimjihøllin í Gundadali er stongd fyribils.

Hetta tí, at eitt starvsfólk í Svimjihøllini hevur fingið staðfest koronu. Tískil eru øll hini starvsfólkini farin í sóttarhald.

Sostatt er Svimjihøllin fyribils stongd fyri almennari svimjing til onnur fráboðan kemur, sigur Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder