Innanlands

Svingini hava ikki neiliga ávirkan á ferðsluna

Vegurin niðan til tunniin tekur atlit til dyrkaða lendið í dalinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-25 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Atlit er tikið til uppdyrkaða lendið, og tí eru nøkur smærri sving á vegnum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, í svari til Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, sum í skrivligum spurningi til landsstýrismannin undrar seg yvir, at so nógv sving eru á vegnum av Nesi og niðan til munnan inni í dalinum.

- Sambært Landsverk er hetta fyri at taka atlit til uppdyrkaða lendið og umhvørvið longur inni í Dalinum. Hetta er millum annað orsøkin til, at vegurin hevur fleiri smærri sving, sigur Jørgen Niclasen í svarinum.

Men hann vísir eisini á, at vegurin lýkur øll vegateknisk krøv, og at hesi smáu sving ikki hava neiliga ávirkan á ferðsluna.

Nýggi vegurin er lagdur soleiðis, at hann kann knýtast í ein umkoyringingarveg um Hvalba, og er sostatt fyrireikaður til, at øll suðuroyarferðslan fer henda vegin.

Í svarinum upplýsir landsstýrismaðurin eisini, at einaferð næsta ár verður nýggi tunnilin boraður í gjøgnum, og nýggja farleiðin upp á Tvøroyri kann takast í brúk einaferð í 2021. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder