Tað verður Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna, sum í fyrsta umfari fær møguleikan at royna at skipa nýggja stjórn í Svøríki. Tað skrivar Ritzau.
Tað var blái blokkur, sum Moderaterna er partur av, sum vann svenska tjóðartingsvalið, sum gjørdist øgiliga tætt.
At tað verður Ulf Kristersson, sum fær møguleikan at skipa stjórn er ikki óvæntað, hóast flokkur hansara bert er næststørst í bláa blokki.
Orsøkin til hetta er, at fleiri flokkar áðrenn valið longu høvdu tikið frástøðu frá størsta flokkinum í bláa blokki, Sverigedemokraterna, har tey eru sera atfinningarsom yvirfyri tilflytarum.
Í farnu viku gjørdist greitt, at blái blokkur fær 176 tingsessir, meðan reyði blokkur fær 173. Eftir hetta viðurkendi sitandi forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, at hon hevði tapt valið.
– Tá ein nýggj stjórn er komin, fari eg at standa á odda fyri sosialdemokratunum í andstøðuni, segði hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald