Uttanlands

Svøríki: 27 deyð við korona seinasta samdøgrið

Í Svøríki hava fleiri enn 76.000 fólk fingið staðfest smittuna, og av teimum eru fleiri enn 5.500 deyð – Danmark hevur eitt munandi lægri tal

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-15 20:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Svøríki skrásett 27 nýggj andlát í sambandi við koronasmittuna, upplýsir svenska heilsumálaráðið.

Talið á andlátum í Svøríki er nú komið upp á 5.572.

Nýggjasta talið er munandi hægri enn mánadagin og týsdagin, har Svøríki skrásetti ávikavíst tíggju og níggju andlát.

Sambært Ritzau hevur landið skrásett tilsamans 76.492 tilburðir – 491 eru lagdir afturat seinasta samdøgrið.

Millum tey, sum hava fingið staðfest smittuna eru 44.859 kvinnur og 31.633 menn. Tó eru fleiri menn, sum eru deyðir við smittuni enn kvinnur. Av teimum 5.572, sum eru deyð eru 3.051 menn og 2.521 kvinnur.

Eingin deyður í Danmark seinasta samdøgrið

Samanborið við onnur norðurlond hevur Svøríki verið sera hart rakt av koronasmittuni.

Í grannalandinum Danmark er talið á skrásettum tilburðum og andlátum nakað lægri. Tilsamans 13.092 tilburðir og 610 andlát eru skrásett í Danmark.

Seinasta samdøgrið hevur Danmark skrásett 31 smittutilburðir. Danmark hevur tó einki andlát skrásett í hesum tíðarskeiðnum.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder