Uttanlands

Svøríki: 60 persónar skotnir til deyðis higartil í ár

Tað er munandi fleiri enn tey 47, sum vórðu dripin í 2020, sum tá var metár

Løgreglan í Södertälje (Mynd: SVT)

Løgreglan í Södertälje (Mynd: SVT)

2022-12-05 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Svøríki eru 60 persónar skotnir til deyðis higartil í ár. Seinast var í gjárkvøldið, tá ein maður í 20unum varð dripin í býnum Södertälje sunnanfyri Stockholm.

Talan er um eitt nýtt met. Í 2020, sum tá var metár, vórðu 47 persónar skotnir til deyðis.

Býurin, ið hevur 76.000 íbúgvar, hevur seinastu tíðina verið raktur av nógvum harðskapi, sum sambært svensku løgregluni er knýttur at uppgerð millum ymisk harkalið. Løgreglan hevur eisini ofta víst á Södertälje, tá tosað hevur verið um grovan samskipaðan harðskap, sum hevur sett sín dám á Svøríki seinastu árini.

Higartil í ár eru sjey persónar í Södertälje skotnir til deyðis. Um mánaðarskiftið september/oktober vórðu tríggir persónar skotnir í somu viku, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder