Uttanlands

Svøríki: 63 skotin til deyðis í 2022

Í 2022 varð eitt keðiligt met sett í Svøríki

Fólk hava lagt blómur uttanfyri ein skúla í Malmö, har tvær kvinnur vórðu skotnar í mars 2022 (Mynd: Reuters)

Fólk hava lagt blómur uttanfyri ein skúla í Malmö, har tvær kvinnur vórðu skotnar í mars 2022 (Mynd: Reuters)

2023-01-02 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ár 2022 er farið aftur um bak, er greitt, at 63 persónar vórðu skotnir til deyðis í Svøríki í fjør, og tað er eitt nýtt met.

Gamla metið, sum er frá 2020, var 47, og í 2021 var talið 45. Fyri tíggju árum síðani, í 2012, var talið 17, skrivar Reuters.

Tann seinasti persónurin, sum varð skotin til deyðis í Svøríki í 2022 varð skotin frammanfyri eina McDonald's matstovu í Stockholm 31. desember. Talan var um ein ungan mann, skrivar DR.

Les eisini: Spreingingar í Stockholm: Fimm persónar handtiknir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder